for at udvide
kategorilisten.
Søgning på underkategorier- og emner:
Til regnvejrsdage, til dage på stranden, til ferien, til studiet, til spisepausen, til togturen, til at fordrive ventetiden med eller til en helt almindelig onsdag aften.
Vi har bøger til dig, som læser de helt smalle titler, til dig som kun læser bestsellerne, til dig der er lige ved at have knækket læsekoden, til dig der vil underholdes, til dig der vil være klogere, til der der vil oplyses, til dig der vil mindes, til krimielskeren, til dig der allerede er en vaskeægte læsehest, og til dig som (måske) bliver det.
Om du så foretrækker at læse bogen på engelsk, på dansk, høre den som lydbog eller læse den som e-bog - ja, så klarer vi også den.
Mulighederne er mange, titlerne er endnu flere - rigtig god fornøjelse!
Annar partur í spennandi tríverkinum um Katniss Everdeen, sum noyðist á válin at stríðast fyri lívinum. Katniss hevur vunnið hungursleikirnar. Hon og felagin Peeta eru framvegis á lívi, og... Læs mere
Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti... Læs mere
Kol og Aya hava fingið eina trupla uppgávu og tey hava onga hóming av, um tey eru før fyri at loysa hana. Men hava tveir geislasteinar og tveir hava størri kraft enn ein. Onnur bókin um... Læs mere
Gummi Tarzan er ein heit og stuttlig søga um drongin Ivan Olsen, sum verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.
Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma.
Ein frágreiðing um at vera ung undir krígnum. Søgan sigur serliga frá lívinum hjá trimum vinkonum, og lagnum teirra, sum var sera ymisk.
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út Hósvík frá seinast í 18. øld.
Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar, soleiðis sum teir her siga frá.
Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?
Alt livandi stunar eftir orsøk. Níggju stuttsøgur um lindir og leitan. At bora inn í menniskjasinnið krevur djarvar kanningar og eina tilbúgvingarætlan fyri lívið, men roynast má... Læs mere
Drekin kom úr skugganum út í veika mánalýsið. Roðslan glitraði sum perlumóðir, og langi kroppurin brandaði sum aldur í mánalýsinum. Hvassa tungan gekk kyk út og inn úr kjaftinum, sum... Læs mere