for at udvide
kategorilisten.
Søgning på underkategorier- og emner:
Til regnvejrsdage, til dage på stranden, til ferien, til studiet, til spisepausen, til togturen, til at fordrive ventetiden eller til en helt almindelig onsdag aften.
Vi har bøger til dig, som læser de helt smalle titler, til dig som kun læser bestsellerne, til dig der lige er ved at have knækket læsekoden, til dig der vil underholdes, til dig der vil klogere, til dig der vil oplyses, til dig der vil mindes, til krimielskeren, til dig der allerede er en vaskeægte læsehest, og til dig som (måske) bliver det.
Om du så foretrækker at læse bogen på engelsk, på dansk, hører den som lydbog eller læse den som e-bog - ja, så klarer vi også den.
Mulighederne er mange, titlerne er endnu flere - rigtig god fornøjelse!
Gummi Tarzan er ein heit og stuttlig søga um drongin Ivan Olsen, sum verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.
Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma.
Ein frágreiðing um at vera ung undir krígnum. Søgan sigur serliga frá lívinum hjá trimum vinkonum, og lagnum teirra, sum var sera ymisk.
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út Hósvík frá seinast í 18. øld.
Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar, soleiðis sum teir her siga frá.
Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?
Alt livandi stunar eftir orsøk. Níggju stuttsøgur um lindir og leitan. At bora inn í menniskjasinnið krevur djarvar kanningar og eina tilbúgvingarætlan fyri lívið, men roynast má... Læs mere
Drekin kom úr skugganum út í veika mánalýsið. Roðslan glitraði sum perlumóðir, og langi kroppurin brandaði sum aldur í mánalýsinum. Hvassa tungan gekk kyk út og inn úr kjaftinum, sum... Læs mere
Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Georg er fimtan ára gamal. Ein dagin fær hann eitt bræv, sum pápin hevur skrivað til hansara, beint áðrenn hann doyði, um gátuføru appilsingentuna. Appilsingentan er ein heit, veruleikakend og bergtakandi søga um at liva, elska og doyggja.
Ungdómsbók, sum fer fram í Havn. Ein beinrakin lýsing av ungdómslívi, sum tað er her og nú. "Tá hann kemur upp á deildina, er hann einsamallur á gongini, hoyrir røddir onkrastaðni, men... Læs mere