for at udvide
kategorilisten.
Søgning på underkategorier- og emner:
Her finder du sjove, søde og spændende bøger til børn, der elsker historier. Udvalget rummer både hyggelig godnatlæsning, eventyr med drager og dyr, samt bøger der styrker fantasi og nysgerrighed.
På WilliamDam.dk har vi samlet børnebøger, der vækker glæde og giver lyst til at læse. Du kan vælge mellem farverige billedbøger, historier til højtlæsning og bøger, der inviterer til leg og læring. En god børnebog er en gave, der skaber fælles stunder og nye oplevelser.
Mina droymir altíð um eina óhugnaliga krokodillu og er ræðuliga bangin, tá ið hon vaknar. Men abbin sigur, at fyri at vinna á ræðsluni, mást tú gera okkurt passaliga vandamikið. Tí fara tey øll saman við abbanum eina rannsóknarferð.
Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.
Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara.
Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Hon er egnað sum lesnaður hjá bæði smáum og stórum.
Mamma er tjúkk. Bumbutjúkk. Og hon luktar ein pylsuvogn hundrað metrar burtur. Og hon vil ikki eta gularøtur og verða kløn. Og nú tími eg ikki longur at hava eina sovorðna mammu.
Pavel og Katarina vildu so fegin fingið eitt barn. Eina náttina um jóltíðir evnar Pavel eitt barn úr kava og í fyrsta morgunlýsinum verður kavagentan livandi.
Vit hava øll ein heila. Hann vísir okkara meiningar, persónsmensku, tað, sum okkum dámar og ikki. Tað finnast ikki tveir eins heilar í øllum heiminum! Vit skulu skilja munirnar í... Læs mere
Í Glasblómulandinum vuksu blómur av klárasta glasi. Tær lýstu bæði dag og nátt í teimum vakrastu litum. Einaferð um árið hentaðu glasfólkini blómur, sum tey bræddu og evnaðu hús burturúr.... Læs mere
Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um... Læs mere
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann... Læs mere
Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar,... Læs mere
Øll kenna abba, ið hvussu er í Vestmanna og í Klaksvík, tí har hevur hann búð fyrr. Nú býr hann í Havn, og vit eru bestu vinir.