Mamma 13-ára gomlu Sonnu vil ikki hava dóttrina búgvandi longur. Sanna vil fyri alt í verðini ikki aftur á skúlaheimið at vera. Hon velur tí heldur ta ótespiligu gøtuna sum heim.
Isabel, sum er gøtubarn í Rio, er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiði at rudda gøturnar fyri gøtubørn.
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.