Forventes på lager: 23-01-2003
Sum vant leingist Harry Potter eftir at sleppa aftur í Hogwarts og fáa at vita, hví Ron og Hermione hava verið so loyndarfull og tigandi alt summarið. Men fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott hjá Harry. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, tá ið teir siga, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur eitt umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi. Harry hevur annars sítt at dragast við. Hann verður nú fimtan ára gamal, og lagið er skiftandi: Tað skal lítið til, so øsir hann seg upp. Hann er ofta illur, sjáldan kátur - og forelskaður. Tað er trupult at standa á gáttini til ein vaksnamannaheim, ið ikki er so einfaldur, svartur og hvítur, sum hann helt. Undurbarnið, ið bjargaði Vitramannasteininum, er um at gerast ein meira fjølbroyttur tannáringur.
| Forlag | Bókadeild Føroya Lærarafelags |
| Forfatter | J.K. Rowling |
| Type | Lydbog |
| Format | zip_mp3 |
| Sprog | Færøsk |
| Oplæser | Hans Tórgarð |
| Udgave | 1. lydbogsudgave |
| Udgivelsesdato | 23-01-2003 |
| Serie | Harry Potter |
| Serienummer | 5 |
| Spilletid | 1890 Minutter |
| Oversætter | Bergur Rasmussen |
| Filtype | zip_mp3 |
| Filstørrelse | 1177796 KB |
| Kopibeskyttelse | DigitalVandmaerkning |
| Datamining | Ikke tilladt |
| ISBN-13 / EAN-13 | 9789997261083 |