Sætta árið hjá Harry Potter hevur longu fingið eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum ... Hóast hásummar er, liggur ein... Læs mere
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Harry er heima hjá fosturforeldrunum. Hann er í summarfrítíð og upplivir ringasta føðingardagin nakrantíð. Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har... Læs mere
Sum vant leingist Harry Potter eftir at sleppa aftur í Hogwarts og fáa at vita, hví Ron og Hermione hava verið so loyndarfull og tigandi alt summarið. Men fimta árið í... Læs mere
Harry Potter varnast, at hann dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.
Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. Harry er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir... Læs mere
Regin er 14 ára gamal, og honum dámar væl ítrótt. Alt kundi verið gott, men so er ikki. Pápin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur stolið. Men so hittir Regin Sáru, sum er blind. Hon og Regin verða góð, og saman eru tey sterk.
Jóannes ger av at fara við línubáti til Nýfundlands, tá ið hann er liðugur við 9. flokk. Hetta dámar ikki pápanum, sum heldur vil, at hann skal fara í 10. flokk ella á studentaskúla. Hann... Læs mere
Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.
Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara.
Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.
Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6.D í Kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærarnar og ikki altíð við mykindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast... Læs mere