Kol býr hann saman við foreldrum og ættfólki í lítlari bygd uppi í fjøllunum onkuntíð í fjarari fortíð. Tá ið hann er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk... Læs mere
Søgan um hungursbarnið er um ellivu ára gamla neytadrongin Lárus, sum ein dagin, hann ansar neytunum á almenninginum, kemur fram á Tinku, ið er níggju ár. Hon er foreldraleys og einsamøll,... Læs mere
Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.
Mamma 13-ára gomlu Sonnu vil ikki hava dóttrina búgvandi longur. Sanna vil fyri alt í verðini ikki aftur á skúlaheimið at vera. Hon velur tí heldur ta ótespiligu gøtuna sum heim.
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Jane, Derek og Danny búgva í London. Annar veraldarbardagi hevur vart í fýra ár, og tey halda seg hava fingið ferilin av týskum sneytarum.
Isabel, sum er gøtubarn í Rio, er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiði at rudda gøturnar fyri gøtubørn.
6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga... Læs mere
Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðnina.
Søga um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø.
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Einaferð var tað ein lítil býur, har fólkini bara góvu sær far um eitt. Tey elskaðu blómur. Men ein dagin helt borgarstjórin eina talu. Beinið blómurnar burtur! Beinið firvaldarnar burtur! Dreymar eru nyttuleysir!