Sunnudagsbørn eru serliga eydnurík, og tá eydnan at enda kemur til gentuna á barnaheiminum, er hon øðrvísi, enn hon hevði hugsað sær.
Søgan er um eitt hendingaríkt summar í einum grannalagi nærhendis miðbýnum í Reykjavík. Forherðingurin og bakbeistið Svarti Helgi ger um seg og aftrar seg ikki við fúlastu misgerðum.
Øll kenna abba, ið hvussu er í Vestmanna og í Klaksvík, tí har hevur hann búð fyrr. Nú býr hann í Havn, og vit eru bestu vinir.
Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar,... Læs mere
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður... Læs mere
Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.
Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær. Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.
Bókin er hugtakandi bók um gøtubørn í Bukarest, og um hvønn týdning vinalag og samanhald hava. Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest.
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann... Læs mere
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir.