DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.
Í ævintýrasavninum eru ævintýr, sum Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, savnaði saman og skrivaði niður á pappír í farnu øld. Millum tey 15 ævintýrini í savninum eru millum annað... Læs mere
Tað er ikki heppið at eita Hugo, tá ið lærarin fer at lesa Klokkaran frá Notre Dame hjá Victor Hugo fyri flokkinum, og endin verður eisini, at Hugo verður eyknevndur Quasimodo eftir klokkaranum. Tá ið Hugo so eisini hittir Esmaraldu, er vónleyst at sleppa undan at verða happaður.
Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um... Læs mere
Drongurin Askur býr í vesturbýnum við mammu sínari. Í íbúðarblokkinum halda øll at bara vanlig fólk búgva har, men Askur veit, at so er ikki, har er bæði varúlvur, silvurfiskur, Pippi Smokkuleggur og ein eingil.
Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.
Tsatsiki gongur í triðja flokki, og nú hevur hann bæði mammu og pápa. Nei, bíða, hann hevur tveir pápar, Göran við hús og pápa Høgguslokkafiskara í Grikkalandi. Orkestrið hjá Tsatsiki og... Læs mere
10 ára gamla Petite, dóttir ein riddara í stóra Frankaríki, verður tikin fangi og gjørd trælur í Svøríki. Spennandi, løtt lisin søga úr víkingatíðini.
Eldur er í Oyðigarðinum! Fríða og Isabella hyggja ræðsluslignar at, meðan garðurin stendur í ljósum loga - og tær hava skyldina ella? Tá ið løgreglan finnur partar av beinagrindum í øskuni, er marran fullkomin: onkur er brendur inni.
Torir tú at fylgja Decimusi, tá ið hann verður tikin av ránsmonnum? Hevði tú yvirlivað á teirri ræðuligu deyðsarenuni? Hoyr um dystirnar, sum óndi leikstjórin letur hetju okkara Decimus Rex luttaka í.1 bók um Decimus, gladiatordrong í gamla Rom.
Torir tú at fylgja Decimusi, nú hann stríðist fyri lívinum á Doom arenuni? Hevði tú klárað at verið álopin av kempum við sleggjum ella at stríðst mann móti manni? Fer Decimus Rex nakrantíð at gerast frælsur? 2 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Bleik um kinn hugdi Ása at svørðinum. Reyði steinurin logaði og glógvaði í sólini. Torfinnur hevjaði svørðið og rópti til Sterka: "Gátuna hjá gylta svørðinum hevur tú sagt mær. Men ..."... Læs mere